Tað hevur sæð tungt út hjá Mjällby í fleiri mánaðir. Verandi svensku meistararnir hava als ikki livað upp til flotta 2025-kappingarárið og endaðu í botnstríðnum.
Undan útidystinum móti Örgryte í gjár, hevði Mjällby ikki vunnið í Allsvenskan níggju dystir á rað - síðani 15. august. Men nóti næstniðasta liðnum knapp.
Tað eydnaðist at vinna 2-1 í dysti, har øll málini komu uppá deyðbóltar, og nú skal nógv ganga galið seinastu fýra umførini, um føroyingafelagið skal fara niður: Sjey stig eru niður til júst Örgryte og beinleiðis niðurflytingarpláss. Seks stig eru niður til Degerfoss og play-off pláss.
Sí eisini: Video: Mattias Hellisdal legði upp - hjálpti hinum føroyingunum í Allsvenskan
Áki Samuelsen kom inn, tá tjúgu minuttir vóru eftir í gjár, og føroyski landsliðsspælarin legði upp til risa møguleika fyri at seta punktum. Tað eydnaðist tó ikki, men tey trý stigini komu við til Hallevik.
Sí málini og hæddarpunkt ovast ella á Youtube
Hesi var Áki við at hála í hús. Hin føroyski landsliðsspælarin í hópinum, Martin Agnarsson, var ikki í dystarhópinum hóskvøldið.
Mjällby kann tryggja plássið í deildini, um úrslitini um vikuskifti ganga rætta vegin. Kalmar FF kemur á vitjan sunnukvøldið.
Kalmar tapti fyri GAIS í gjár, har fyrrverandi Skála-vongurin Simon Jørgensen á flottan hátt legði upp til einasta málið í dystinum. Sí niðanfyri - Simon hevur nummar 14 hjá teimum í grøn-hvítum:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald