Fótbóltur

Øll vilja sleppa undan 9. plássi á seinasta degi

Skála kann tryggja sær sæti í Meistaradeildini við at fáa stig til høldar í Streymnesi - AB og 07 Vestur bresta saman á Argjum. Øll trý liðini hava 25 stig. Til ber at fylgja gongdini á FM1 og Portalinum frá klokkan 15.

AB og Skála fluttu upp í fjør - spurningurin er, um annað teirra fer niður aftur, ella um bæði halda sær í Meistaradeildini, meðan 07 Vestur noyðist tungu leiðina saman við B68 (Mynd: Jens Kr. Vang)

AB og Skála fluttu upp í fjør - spurningurin er, um annað teirra fer niður aftur, ella um bæði halda sær í Meistaradeildini, meðan 07 Vestur noyðist tungu leiðina saman við B68 (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-31 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum 2026 er á skránni seinnapartin, og tað er ein stórur spurningur, ið okkum vantar at fáa svar uppá?

Hvør verður seinni niðurflytarin.

B68 endar aftast og fer, eftir seks ár í fremstu røð, niður í 1. deild. Toftamenn enda klokkan 14 við dysti móti meistarunum. NSÍ tryggjaði FM-heitið sunnudagin við Løkin, og "gula gullveitslan" hevur koyrt síðani.

Les eisini: Gullveitslan er av álvara byrjað - hæddarpunktið verður í dag

Trý lið hava 25 stig. Eitt teirra endar við svartaperi. Hetta við at enda á 9. plássi.

Stríðið stendur millum Skála, AB og 07 Vestur. Fyrstnevnda hevur best kort á hondini: Best málúrttøku, spælir móti tryggjaða EB/Streymi og hini bæði liðini spæla ímóti hvørjum øðrum.

Ymiskt kann tó ganga galið hjá Skála, sum er flutt niður í trimum sínum seinastu royndum í fremstu deildini. Millum annað um AB og 07 Vestur spæla javnleik - tað er í øllum førum nóg mikið hjá argjamonnum, sum hava betri málúrttøku hjá 07 Vestur.

Hjá vágamonnum er tað einfalt: Um Skála fær stig, so skal 07 Vestur vinna. Tað hevur koyrt væl betri hjá dagsins gestum á Argjum - men AB hevur nú ein seinasta møguleika at avgerða tingini. Hetta á heimavølli, har nógv verður gjørt burtur úr aftur í dag. Eitt satt niðurflytingarbrak á breddanum.

FM1 sigur frá AB - 07 Vestur og EB/Streymur - Skála. Samrøður verða hiðandi og eisini av Svangaskarði, og eftir dystirnar taka vit samanum - nógv tilfar verður eisini á Portalinum

27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober

14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1. Myndir frá steypahandan á Portalinum

15.00:
HB – B36 
KÍ – Víkingur 
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)

Til ber eisini at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder