Fótbóltur

B68 flytir niður eftir seks ár í fremstu røð - EB/Streymur hevur tryggjað sær sæti 10. árið á rað

Liðini hava einki at spæla fyri undan seinasta umfari, men tey fara í vetrarfrí við ógvuliga ymiskum fyritreytum og kenslum.

EB/Streymur tryggjaði 3-2 sigur í evstu løtu á Toftum mitt í september. Hetta var ein av týðandi sigrunum hjá sundalagsmonnum, sum heldur ikki í ár spæla fyri plássinum á seinasta leikdegi (Mynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur tryggjaði 3-2 sigur í evstu løtu á Toftum mitt í september. Hetta var ein av týðandi sigrunum hjá sundalagsmonnum, sum heldur ikki í ár spæla fyri plássinum á seinasta leikdegi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-26 07:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá næstseinasta umfar byrjaði sunnudagin seinnapartin, vóru fimm lið í niðurflytingarstríði, har tað snúði seg um at sleppa undan tveimum plássum.

Klokkan 17 í gjár var greitt, at B68 og EB/Streymur ikki longur vóru við í stríðnum: Fyrrnevnda vegna tap móti 07 Vestur sum staðfesti 10. plássið, og EB/Streymur sum stríddi seg úr tí við javnleiki í Sarpugerði.

Nú eru trý eftir: AB og 07 Vestur, sum hittast leygardagin, og Skála.

26. og næstseinasta umfar í Meistaradeildini hjá monnum

Sunnudagin 25. oktober 
NSÍ - HB 1-1 (0-0)
B36 - KÍ 0-3 (0-1)
Skála - AB 1-1 (0-1)

Víkingur - EB/Streymur 0-0
Meira um dystin her

07 Vestur - B68 2-1 (1-1)
Meira um dystin her

Støðan í niðaru hálvu:


[object Object]

Sí eisini: Avgerðin um seinna niðurflytingarplássið fellur á Argjum leygardagin

B68 kann ikki longur halda sær í deildini. Toftamenn noyðast tungu leiðina niður í 1. deild eftir seks ár á rað í Meistaradeildini B68 kom upp í 2020 - eftir seks ár í næstbestu røð. Spurningurin er, hvussu langur steðgurin verður hesaferð hjá teimum á Svangaskarði.

Sí eisini: Tórður Thomsen: - Kenslan er ræðulig

2022 var besta árið hjá B68 í hesum umfarinum. Hetta var árið, har Jákup á Borg tók við út ímóti sumri, og liðið endaði á 6. plássi við 30 stigum - og sendi NSÍ niður. Í 2024 var liðið á 9. plássi undan seinasta umfari men bjargaði sær við 4-1 sigri við Løkin.

B68 hevði samanlagt ein fínan fyrra triðing og fekk nógv góð stig tíðliga í árinum - millum annað við sigri á HB og javnleiki í Sarpugerði. Men ávaringalampurnar vóru har, ring gongd var beint fyri summarsteðgin, og hóast góð ljóspunkt og roynd við venjaraskifti, so rakk tað ikki hjá toftamonnum.

Og leygardagin noyðast teir at klappa fyri grannunum á NSÍ, sum koma yvirum eftir gullinum.

Sí eisini: NSÍ er føroyameistari - B68 fer niður í 1. deild


[object Object]

[object Object]
B68 tapti 2-1 fyri 07 Vestur í botnbrakinum í gjár. Harvið varð niðurflytingin staðfest á Dungasandi (Myndir: Jens Kr. Vang)

Myndir: 07 Vestur livir í vónini

EB/Streymur flutti niður í 2015 men var skjótt aftur í fremstu røð. Nú hevur talan verið um tíggju ár á rað.

Hóast liðið javnan hevur havt millum minstu, ella tí minstu, fíggjarætlanina í bestu deildini, so er EB/Streymur ongantíð veruliga komin í trupulleikar. Gamaní endaði EB/Streymur á 9. plássi við 18 stigum í 2019. Men tá hevði leingi verið greitt, at í mesta lagi eitt lið flutti upp úr 1. deild - tá vóru aðrar reglur, og eingin flutti upp tá.

Í 2024 var EB/Streymur undir strikuni í sumamrsteðginum, men ein ógvuliga flott seinna hálva helt liðnum væl frá 9. plássinum. Besta árið seinastu tíggju árini var í 2022, tá EB/Streymur endaði á 5. plássi við 35 stigum; ein sigur frá evropeiskum plássi. Tað var eisini árið, har bogin varð spentur longst.

Seinastu fýra árini hevur Sigfríður Clementsen stýrt skútuni, og aftur í ár kunnu sundalagsmenn spæla seinasta umfar uttan at hugsa ov nógv. Tað er eisini sterkt støðufesti. 

Sí eisini: Mikkjal Hellisá stórfengast um at plássið er bjargaði - iðrar seg um at tað ikki var fyrr

EB/Streymur spælir leygardagin móti Skála, sum framvegis hevur plássið í deildini at spæla um.

Tøl: FaroeSoccer og Portalurin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder