Hondbóltur

Video: - Hetta er tað eg havi arbeitt fyri leingi

Pauli Høj spælir nú í bestu norsku deildini, og í morgin kann hann spæla fyrsta kappingardystin á A-landsliðnum, tá Kosovo vitjar. - Gleði meg at uppliva Tjarnir fullsett og kann serliga gera mun í verjuni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-03 15:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Frá einum ídnum vinstra vongi, sum er uppvaksin í Neistanum, til ein annan.

Tá Føroyar spældu til HM-endaspæli við sigri móti Bosnia í mai, spældi Rói Berg Hansen sín 54. og seinasta A-landsdyst.

Tá Føroyar leggja fyri í undankappingini til enn eitt endaspæl, EM 2028, kann Pauli Høj spæla sín fyrsta kappingardyst. 24-ára gamli Bergsøy-spælarin verður við móti Kosovo í morgin, mikudagin 4. november,  við Tjarnir.

- Gleði meg serliga til at merkja fullsettu høllina, og tað orkuna tað gevur, sigur Pauli Høj við Portalin.

[object Object]
Vongurin hevur eisini eginleikar í verjuni, millum 

Hann spælir nú í fremstu norsku deildini, var við at fáa felagið upp á fyrsta sinni síðsta kappingarár, og har eru spennandi avbjóðar, sum brynja Høj-mannin. Føroyski vongurin stendur seg eisini væl og var á mánaðarliðnum fyri oktober.

Pauli Høj spældi fyrstu A-landsdystirnar í Golden League-venjingarkappingini í Trondheim í fjør. Nú kann hann fáa møguleikan, tá stig eru uppá spæl.

Hoyr alla samrøðuna ovast

Elias Ellefsen á Skipagøtu: - Vit fara eftir fýra stigum hesa vikuna (Video)

Undankapping til EM 2028
1. umfar - mikudagin 4. november
19.00: Føroyar - Kosovo

(FM1 sendir frá klokkan 18 mikudagin - í dag, týsdagin klokkan 17.15 hava vit beinleiðis hondbóltssending úr høllini við Tjarnir í sambandi við seinastu venjingina)

Les eisini:
7 móti 6: Nýggj hondbóltssending á FM1 byrjar klokkan 17.15

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder