Podgorica, Montenegro (Portalurin): Undan venjingini vildu U16-landsliðsspælarar hjá Montenegro hava myndir við serliga Eliasi Ellefsen á SKipagøtu og Óli Mittún.
Sí eisini: Lokalir ungdómslandsliðsspælarar fjeppaðust í føroyingum
Eftir upphiting við Tom Jensen, fysioteraputi og málverjuvenjara, varð ein stórri bólktur enn ein hondbóltur funnin fram. Og eins og restina av vikuni, var eingin ivi í fótbóltsspælinum: Teir yngru vóru sannførandi, og teir hugnaðu sær í roynd og veru, Rói Ellefsen á Skipagøtu skoraði tvær ferðir og Pauli Mittún einaferð.
Í skjótikapping, í hondbólti væl at merkja, vunnu teir eldru tó tvey av trimum umførunum, og so bar til at prika aftur hinvegin.
Síðani varð tað taktiska vant til dystin móti Montenegro í morgin. Serliga var sjóneykan á 6-0 verjuna, har Helgi Hildarson Hoydal og Tróndur Mikkelsen fáa stóran leiklut. Tað gera teir mest sannlíkt eisini í álopinum, nú Ísak Vedelsbøl er skaddur.
Føroysku spælararnir sóu hvassir og hugsavnaður út, og allir tykjast 100 prosent reiðar. Tvey stig í 2. umfari í EM-undankappingini í morgin á slíkum útivølli kann merkja nógv.
Sí eisini:
Óli Mittún: Vit hava avgjørt nakað at løna Montenegro aftur
Video: Spæla og búgva saman í Svøríki: - Tað er 60-40 til mín í matgerð
FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í morgin, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað.
Sí myndir úr Montenegro niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald