Podgorica, Montenegro (Portalurin): - Vit ætla heilt sikkurt eftir tveimum stigum. Um tað eydnast, er útgangsstøði at koma víðari ógvuliga gott.
Soleiðis segði Allan Norðberg móti endanum av samrøðuni við Portalin í Podgoricia í gjár. Strandingurin er elsti spælarin á manslandsliðnum í hondbólto og veit, at ein útisigur á Balkan sendir Føroyar í dreymastøðu undan dystunum í mars og apríl, tá atgongumerki til EM-endaspælið 2028 skulu tryggjast.
Eftir sigurin móti Kosovo við Tjarnir mikukvøldið, skýrdi Hákun West av Teigum dagsins dyst sum "tann truplasta í undankappingini". Ikki tí: Føroyar vunnu við 13 málum á Montenegro í EM-endaspælinum í Oslo. Men tað verða ikki 6-7.000 føroyingar í høllini í kvøld, Montenegro hevur heimsklassa málverjan og liðformannin Nebojsa Simic tøkan aftur, og ein vanliga sterkan heimavøll.
Sí eisini: Óli Mittún: Vit hava avgjørt okkurt at løna Montenegro aftur
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu og hinir føroyingarnir vóru flúgvandi, tá Montenegro var á skránni í Oslo í januar (Mynd: Sverri Egholm)
![]()
Óli Mittún skal royna at avrika sum móti Kosovo mikudagin og sum móti Montenegro seinast. Tróndur Mikkelsen, sum her roynir at verja fyri, kann fá stóran leiklut í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)
Myndir: Myndatøka, kappingar og taktikkur í Montenegro
Føroyar eru eisini sterka Ísak Vedelsbøl fyri uttan, og harvið skulu serliga Helgi Hildarson Hoydal og Tróndur Mikkelsen traðka fram: Hetta í miðverju og á strikuni í 7 móti 6 saman við Teis Horn Rasmussen.
Føroyar hava áður spælt undankappingsardyst í hesum býnum. Tað var í oktober 2018, tá føroyingar á fyrsta sinni vunnu stig í høvuðsundankapping við óvæntaðum 24-24 javnleiki.
Seinast Allan var í Montenegro: - Sera stuttligt at fáa fyrsta altjóða stigið (Video)
FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í dag, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum - millum annað í beinleiðis bloggi ivð tekstum og myndum. Aftaná verða samrøður og annað.
-----------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)
1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig
* Bestu fýra trý'ararnir av teimum átta í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald