Í januar 2027 skulu føroysku hondbóltsmenninir spæla í einum HM-endaspæli fyri fyrstu ferð.
Hetta varð tryggjað við tveimum sigrum á Bosnia í mai, og harvið skulu nógvir føroyingar til Týsklands tíðliga næsta ár.
Áðrenn HM-fyrireikingarnar byrjaði undankappingin til EM-endaspælið í síðstu viku. Føroyar greiddu fyrst sína skyldu á heimavølli móti Kosovo (37-30) og spældu í gjár, sunnudagin 8. november, javnleik móti Montenegro. Eitt samaumtikið góðtikið úrslit eftir tógvið stríð.
Sí eisini: Pauli Jacobsen: - Tað er góðkent at hava trý stig nú
Hoyr eisini: Vilhelm Poulsen kann liva við einum stigi á einum torførum útivølli
![]()
Elias Ellefsen á Skipagøtu tók stóra ábyrgd serliga síðstu løtuna, tá Føroyar vendu tí frá 30-32 til 34-33. Tað endaði tó við javnleiki (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta setur eisini Føroyar í fína støðu í bólkinum, sum yvirlitið niðast eisini vísir.
Í desember verður HM-hópurin úttikin, spurningurin er hvørt tað vera 16 ella 18 spælarar. Fyrst í janua savnast liðið aftur í Føroyum til fyrireikingar.
-------------------------------------------------------
Undankapping til EM 2028, bólkur 4
Støðan eftir tvey umfør:
1. Ungarn 4 stig
2. Føroyar 3 stig
--------------------------
3. Montenegro 1 stig
4. Kosovo 0 stig *
* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu
Føroyar spæla aftur 11. mars móti Ungarn við Tjarnir - tríggjar dagar seinni verður tað í Budapest. Áðrenn tað er HM-endaspæl á skránni
Sí eisini: Landsliðsvenjarin: - Vit prógva okkara dygdir við enn einum stigi á útivølli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald