Hondbóltur

Fimm uttan endaspælsroyndir úttiknar til EM-endaspæl

Venjararnir hava millum annað hugt brutur frá álopsprofili úr íslendsku deildini og SIlju Geirsdóttir Eystberg, sum stendur seg væl í Ajax. Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe er hesaferð í høvuðsheitinum úttikin sum bakkur - fleiri eru ikki tøkar longur, og 16 spælarar skulu við, í mun til 18.

Claus Mogensen og Simon Olsen hava nú valt tær, sum skulu við til Póllands í desember. Vit hoyra frá Claus Mogensen seinni í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Claus Mogensen og Simon Olsen hava nú valt tær, sum skulu við til Póllands í desember. Vit hoyra frá Claus Mogensen seinni í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-10 15:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Mánadagin varð EM-hópurin, sum savnast í Føroyum 23. november, úttikin.

Eitt áhugavert er, at talið í hópinum er 16. Tað er tað sama talið, sum pláss er fyri á dómaraseðlanum til dystir, men tað eru færri, enn vanliga eru við til endaspøl. Til fyrstu EM-endaspølini hjá kvinnum og monnum vóru 19 spælarar - til nummar tvey hava 18 spælarar verið.

Av hesum 16 eru fimm, sum ikki hava spælt í einum vaksnamannaendaspæli fyrr: 

Bakspælararnir Fríða Nolsøe Olsen og Ró Reginsdóttir, vengurnir Joan Rúnadóttir Johannesen og Christina Turiðardóttir Arge, umframt strikuspælarin Agatha Kjærbæk Djurhuus. Síðstnevnda er strikuspælari og tann fyrsta við uppruna í VB, sum er úttikin til eitt vaksnamannaendaspæl.

[object Object]
Fríða Nolsøe Olsen undan HM-røkkstøkkdysti. Kviki bakspælarin spældi tó ikki endaspælið. Nú spælir vestmannakvinnan í triðbestu donsku deildini - mett man vera at hennara leikháttur og evni at millum annað skjóta brotskøst, kunnu geva stórt íkast í Póllandi í desember (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Joan Johannesen, Rakul Borgarlíð Joensen, Ró Reginsdóttir og Silja Geirsdóttir Eystberg til ungdómsendaspæl. Allar vóru við A-landsliðnum á fyrsta sinni í Eysturríki - Joan og Ró eru úttiknar til EM, meðan Rakul og Silja ikki eru (Mynd: EHF)

Tær fýra síðstnevndu her høvdu als ikki spælt á A-landsliðnum undan EM-fyrireikingardystunum í Eysturríki í oktober, har Føroyar spældu ein javnleik og vunnu hin dystin.

Í min undanfarnar dystir og endaspøl er Súna Krossteig Hansen úti við skaða. Marianna Geirsdóttir Eystberg og Natasja Hammer eru ella hava verið við barn, og so eru fýra givnar við hondbólti á høgum stigi - tær tríggjar fyrstnevndu í øllum førum fyribils: Elsa Egholm, Karin Egholm, Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen og Bjarta Johansen.

Súna: - Tað gongur betri enn væntað

Spælarar við avrikum á høgum stigi ikki við

Lív Bentsdóttir Zachariasen er við aftur, í mun til venjingardystirnar í Eysturríki. Verjuprofilurin sat tá heima við einum brotni fingri.

Frá tí hópinum eru bakspælararnir Silja Geirsdóttir Eystberg og Rakul Borgarlíð Joensen ikki við nú. Har er tað serliga nakað óvæntað, at Silja ikki er á EM-listanum.

Hon hevði eitt flott kappingarár fyri greipuvinnararnar Kyndil, áðrenn skiftið til Ajax København og havnarkvinnan hevur eisini staðið seg væl hjá liðnum, sum kappast um uppflyting til bestu donsku deildina, har Zachariasen-tvíburðarnir eisini spæla. Silja Geirsdóttir Eystberg kann spæla á báðum bakkum og eisini dekka upp og fekk væl burtur úr, tær minuttirnar hon spældi í Eysturríki.

Rakul Borgarlíð Joensen hevur víst dygdir við VÍF og royndi seg eisini í venjingardystunum, men venjararnir hava valt at ikki hava nakran láman bakspælara við. 

Inga Maria Roysdóttir stendur seg annars framúr væl í fremstu íslendsku deildini: Sum høgri bakkur, sum kastar við vinstru hond. Og so kann hon eisini spæla á vonginum.

Nú Natasja Hammer hevur borið barn, hevur Inga Maria verið størsti álopsprofilurin hjá Stjarnuni, og var aftur á vikuliðnum fyri umfarið síðsta vikuskifti. Tað hevur 21-ára gamli føroyingurin verið helmingin av umfarinum, og miðaltalið fyri mál hjá henni liggur um tey átta higartil í kappingarárinum. Inga Maria Roysdóttir var við til landsliðsvenjingar í september men slapp ikki at royna seg í Eysturríki.

[object Object]
Inga Maria Roysdóttir hevur spælt á ungdómslandsliðunum og eina ferð á A-landsliðnum. Viðgongd er av álvara í Íslandi, men tað røkkir ikki til landsliðið - enn í øllum førum

Ró Reginsdóttir er nýggjasti bakspælarin í A-landsliðshøpi. Umframt kviku neistakvinnuna er Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe úr heimligu deildini við. Tað hevur hoyvíkskvinnan verið áður, men hesaferð er tað í høvuðsheitinum sum bakspælari - hetta hevur Anna Elisabeth ikki spælt á A-landsliðnum, har hon hevur verið vongur. Nú eru tveir aðrir vinstru vengur við, og tað er í størri mun lagt upp, at Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe skal spæla á somu plássunum, sum hon ger í H71.

Eldra systurin Maria Halsdóttir Weyhe var við til HM í Týsklandi, og Lukka Arge til EM í 2024. Báðar vandu við í september og til nakrar venjingar í oktober, men H71-spælararnir hava ikki fingið boð til ein smalri endaspælshóp enn vant.

Vit hoyra frá Claus Mogensen, høvuðsvenjara hjá kvinnulandsliðnum, á síðum okkara seinni - og í sendingini 7 móti 6 á FM1 klokkan 17.15

Sí eisini: 7 móti 6: Um EM-undandystirnar hjá monnum, hyggja uppá EM-hópin hjá kvinnum og á European Cup-luttøkun

EM-hópurin:

Málverjar
Rakul Wardum, Skanderborg Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, Gniezno (POL)

Bakkar
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, København Håndbold (DEN)
Marita Mortensen, Nykøbing Falster Håndboldklub (DEN)
Fríða Nolsøe Olsen, BK Ydun (DEN) *
Ró Reginsdóttir, Neistin *
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)

Vengur
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Joan Rúnadóttir Johannesen, KA Akureyri (ISL) *
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Christina Turiðardóttir Arge, Hadsten Håndbold (DEN) *

Strikur
Pernille Brandenborg, CSM Bucharest (ROU)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Agatha Kjærbæk Djurhuus, KA Akureyri (ISL) *

* Við til endaspæl á fyrsta sinni

Leiksskráin hjá Føroyum í Katowice sær soleiðis út:
Leygardagin 5. des. kl. 19.30 Føroyar – Ukraina
Mánadagain 7. des. kl. 19.30 Frakland – Føroyar
Mikudagin 9. des kl. 17.00 Føroyar – Pólland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder