Seinast Føroyar spældu stóð hann fyri einari perlu av einum máli, og síðani knasandi góða skotið hjá gøtumanninum í Kasakstan, hevur Geza David Turi hildið fram við flotta spælinum í Grimsby.
Video: Geza Turi við frekum máli í FA Cup
Mánadagin var Geza aftur í Føroyum, har hann líka skuldi koma fyri seg eftir 120 minuttir í FA Cup.
25-ára miðvallarin staðfesti millum annað, at honum dámar væl avbjóðingina at vera undir trýsti, og at spæla dystir, tá nógv stendur upp á spæl.
Soleiðis verður eisini í Slovakia fríggjakvøldið, tá Føroyar skulu royna at spæla seg nærri uppflyting í Nations League. Hetta móti favorittunum og oddaliðnum í dystinum
Hoyr samrøðuna við Geza David Turi ovast ella á Yotube-rásini hjá FSF-Varpinum
Føroyingar fara av landinum í morginárini, mikudagin klokkan 08.20. Ferðast verður ein góðan part av degnum - fyrst flogtúrur til Keypmannahavnar og síðani víðari til Slovakia (Kosice)
FM1 og Portalurin vera við á ferðini í dag og dekka dystirnar, har Føroyar spæla um møguligt uppflytingarpláss, tætt.
-------------------------------------------------------------------
Nations League Deild C, bólkur 3
5. umfar, fríggjadagin 13. november
19.45: Slovakia - Føroyar
(Moldova - Kasakstan)
6. umfar, mánadagin 16. november
15.00: Føroyar - Moldova - Ókeypis fyri áskoðarar
(Kasakstan - Slovakia)
Støðan:
1. Slovakia 10 stig
--------------------
2. Føroyar 4 stig
-------------------
3. Moldova 4 stig
4. Kasakstan 4 stig
Eitt'arin flytir upp í B-deildina, meðan tvey'arin skal spæla røkkstøkkdystir um tað - heldur enn venjingardystir - í mars 2027. Eingin flytir niður hesaferð.
Sendiskrá í Slovakia (FM1):
Hósdagin 12. november
Klokkan 11: Landsliðsradio úr Slovakia
Fríggjadagin 13. november
Klokkan 17.15: Fótbóltsskýlið
Klokkan 19.30: Slovakia - Føroyar
Trygvi Absalonsen hevur sendingar og sigur frá á staðnum - sum tann einasti
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald