Fótbóltur

Spæla á Tórsvølli millum halgidagarnar - spæla í Georgia beint eftir páskir

Fyrri røkkstøkkdysturin verður á Tórsvølli leygardagin 27. mars 2027 klokkan 14, meðan útidysturin skal spælast týsdagin 30. mars. Tað verður fjórðu og fimtu ferð, at manslandsliðini hjá Føroyum og Georgia hittast.

Noah Mneney, sum í løtuni er skaddur, í venjingardysti í Tbilisi í juni 2025. Tá vann Georgia tætta dystin 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Noah Mneney, sum í løtuni er skaddur, í venjingardysti í Tbilisi í juni 2025. Tá vann Georgia tætta dystin 1-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2026-11-21 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár gjørdist greitt, at tað verður Georgia, sum Føroyar skulu fella, um tað skal eydnast at flyta upp í næstovastu deildina í Nations League (deild B). Nakað sum kann fáa stóran týdning fyri føroyska manslandsliðið framyvir.

- Tað eru slík lið, sum vit skulu vinna á fyri at koma víðari, og sjálvandi hava vit møguleikan, staðfesti Eyðun Klakstein fyri FM1 fríggjadagin.

Sí eisini: - Sjálvandi hava vit møguleikan móti Georgia yvir tveir dystir

Umleið trý samdøgur vera millum fyrra og seinna dystin. Liðið, sum hevur verið í deild C, skal spæla á heimavølli fyrst, og Føroyar taka ímóti á á Tórsvølli leygardagin 27. mars klokkan 14. Hetta verður dagurin millum Langa Fríggjadag og 1. Páskadag í 2027.

Harvið verða føroyingar í Georgia sjálvar páskadagarnar. FSF skrivar, at útidysturin í røkkstøkkumfarinum verður týsdagin 30. mars klokkan 17:00.

Mest sannlíkt verður avgerandi dysturin um upp/niðurflyting til/úr deild B í høvuðsstaðnum Tbilisi, sum landafrøðiliga liggur í Asia. 

Føroyar spældi venjingardyst har í juni 2025. Bæði londini skiftu nógv út, og Georgia vann tætta dystin 1-0.

Londini hava samanlagt spælt tríggjar ferðir í A-landsliðshøpi hjá monnum. Í undankappingini til EM 2008 vann Georgia heili 6-0 á Svangaskarði og 3-1 á heimavølli. So er spurningurin, um Føroyar kunnu venda gongdini móti georgum, sum eru styrkismettir 49 pláss omanfyri á nýggjasta FIFA-styrkislistanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder