Fótbóltur

Nýggja nevndin í FC Hoyvík skal nú taka støðu til møguligan sáttmála við partafelag

Uppskot um fleiri privatar íløgur og eitt partafelag, sum skal taka sær av rakstrinum av bestu liðunum, varð lagt fram á eyka aðalfundi í gjár. Nevndin í fóbóltsfelagnum í Hoyvík skipar seg mikukvøldið.

Spenningur í Hoyvík, har nógv fólk møttu upp til aðalfund mánakvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Spenningur í Hoyvík, har nógv fólk møttu upp til aðalfund mánakvøldið (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-11-24 11:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nógv fólk vóru til staðar í skúlanum viđ Løgmannabreyt mánakvøldið, tá FC Hoyvík hevði eyka aðalfund. Ein aðalfund sum hevði fingið nakað av umrøðu áðrenn.

Sí eisini: Stórar broytingar í umbúna í Hoyvík: Privatir íleggjarar og partafelag til reiðar

Og uppskotið um at eitt partafelag skal reka fremstu liðini hjá felagnum varð, sambært upplýsingum hjá Portalinum, lagt fram.

Ein av møguligu íleggjarunum, Rúni Djurhuus, hevði orðið. Vit hava frætt um, at í minsta lagi tríggjar aðrar vinnulívsmenn ætla at spýta í raksturin av serliga besta mansliðnum í Hoyvík.

Nevndarval var eisini á skránni, har millum annað sitandi Jan Vestergaard varð afturvaldur. Skjótt skal nevndin skipað seg - sum skilst mikukvøldið.

Eftir hetta er ein av stóru avgerðunum, hvørt sáttmáli skal gerast við nýggja partafelagið, sum síðani fær heimild at reka bestu liðini hjá kvinnum og monnum.

Søgur hava eisini gingið um, at Jákup á Borg kann verða knýttur at projektinum sum høvuðsmaður á fótbóltsliga økinum, og at Jens Martin Knudsen, sum áður hevur verið í felagnum, er eitt annað boð til venjaratoymið. Hetta er tó óváttaði tíðindi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder