Tá Ken Fagerberg, sáli, kom til Føroya í 2017 var tað sum 07 Vestur-spælari.
- Ken kom til Føroya í 2017 at spæla við 07 Vestur og var áleypari hjá okkum fram til summarið 2019. Tá var hann at rokna sum ein av størstu útlendsku spælarunum, sum nakrantíð er fingin til føroyskan fótbólt. Áðrenn hann kom til okkara, hevði hann t.d spælt 45 dystir við FC Midtjylland og 44 dystir við AC Horsens.
Hann spældi har í tvey og eitt hálvt ár, áðrenn leiðin gekk til Suðuroyar. Í 2025 var Ken Fagerberg aftur í 07 Vestur, hesaferð sum høvuðsungdómsvenjari, og felagið minnist í Facebook-posti aftur á fryntliga svian.
- Seinni gjørdist hann venjari í felagnum, og í 2025 tók hann við sum høvuðsungdómsvenjari. Har deildi hann sínar royndir og sín eldhuga fyri fótbólti við okkara ungu spælarar. Børnini vóru øll góð við Ken, og hann var góður við tey. Vit eru takksom fyri tíðina, vit fingu saman við Ken, á vøllinum og til venjingar. Tankar okkara eru hjá familju hansara, vinum og øllum teimum, sum stóðu honum nær.
Umframt 07 Vestur, hevur MB eisini alment skrivað út og harmast deyðsboðini frá bert 37-ára gamla manninum. Miðvágs Bóltfelag var seinasta felag, sum fótbóltsmaðurin umboðaði, áðrenn hann fór foldum frá:
- Hóast tíð hansara í MB ikki var long, var tað, sum eyðkendi tíðina, gleði og stuttleiki í heimsins besta spæli. Vit minnast Ken fyri hansara eldhuga og ikki minst fyri hansara fitta og hjálpsama lyndi. Ken var sera væl umtóktur bæði á og uttan fyri vøllin. Vit vilja hervið senda okkara djúpastu samkenslu til familjuna, vinir og øll tey, ið stóðu honum nær. Hvíl í friði, góði Ken, skrivar MB.
Ken Fagerberg búði í Føroyum seinastu tíggju árini av lívi sínum og var funnin deyður í Havn mánadagin.
Les eisini: Ken Fagerberg er farin
Hann var sjálvandi serliga nógv í fótbóltsumhvørvinum, har hann millum annað tók venjaraútbúgving og kom í sambandi við nógv fólk. Síðani deyðsboðini hava fleiri av hesum skrivað út á millum annað fótbóltsbólkar um góð minnir við fryntliga og stuttliga svianum, sum doyði alt ov ungur.
Royn hevur eisini skrivað um høvuðsvenjara felagsins frá 2022 og 2023:
- Hann gjørdi eitt megnar arbeiðið til frama fyri barna- og ungdómsfótbóltin í Royn, og ikki minst fekk hann øll at trívast væl – bæði børn og venjarar. Hesa tíðina løgdust fleiri børn afturat sum limir í Royn. Ken var góður við øll, og hann og familjan vóru sera sjónlig í bygdini. Hetta skapti gleði fyri øll sum vóru ein partur av felagnum, og hetta merktist eisini uttanfyri vøllin. Vit syrgja og minnast Ken Fagerberg við takksemi, nú hann er farin um sýn. Okkara samkensla er við øllum, sum stóðu honum nær – børnunum, familju og vinum, skrivar Royn millum annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald