Av verandi tingfólki hevur mest óvissa verið um Henrik Old seinastu dagarnar.
Nú bendir nógv á, at hann, eins og Ingilin Didriksen Strøm og Uni Holm Johannesen, ikki stilla upp fyri Javnaðarflokkin 26. mars.
Sí eisini: Uni Holm Johannesen stillar ikki upp aftur
Hetta skrivar in.fo seinnapartin, og tað hevur Portalurin eisini fingið váttað frá keldum í Løgtinginum.
Henrik Old hevur yvir 40-ára royndir í politikki og kom í 2022 inn sum nummar átta á Javnaðarlistanum við 309 atkvøðum.
Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag hevur uppstillingarfund í kvøld, og sum skilst hevur royndi politikkarin valt ikki at stilla upp - og hevur felagið onkran avloysara til reiðar.
Rakul Nolsøe hevur verið nevnd í hesum sambandi.
Henrik Old vil ikki gera viðmerkingar til miðlarnar nú eftir tingfundin seinnapartin.
Sí eisini: 32,8 milliónir afturat til H-bygningin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald