Kursgongdin í julimánað hevur samanumtikið verið góð á okkara partabrævaíløgu, sum telur 12 partabrøv.
Samlaða avkastið uttan vinningsbýti fyrstu sjey mánaðirnar í 2026 var +5,98 prosent.
Við útgoldnum vinningsbýti í 2026 var samlaða avkastið +8,15 prosent (áðrenn skatt).
Um hugt verður eftir teimum einstøku partabrøvunum sæst, at størsta kursvøksturin høvdu føroysku feløgini Bakkafrost og Føroya Banki.
Bakkafrost partabrævið øktist 10,28 prosent í virði í juli meðan Føroya Banki vaks 9,4 prosent í virði sama tíðarskeið.
Gongdin í okkara partabrævasamanseting á 12 partabrøv kann siggjast í uppgerðini niðanfyri:
Av teimum 12 partabrøvunum hava fimm partabrøv positivan kursvøkstur, meðan sjey partabrøv hava fall í kursvirðinum fyrstu sjey mánaðirnar.
Alipartabrøvini og bankapartabrøvini eru hækkaði mest í juli mánaði:
Aftaná stór kursfall fyrra hálvár eru bæði Bakkafrost og Mowi hækkaði í virði í julimánaði við ávikavist 10,28 prosentum og 8,92 prosentum.
Orsøkin til kursvøksturin er serliga, at Mowi kom út við einum betur seinna ársfjóringsúrslitið enn marknaðurin metti. Tað er óivað eisini við til at hækka kursvirði á Bakkafrosti. Men fráboðanin um øktan toll frá USA upp á norskan laks ávirkar eisini Bakkafrost partabrævið jaliga.
Annars kemur Bakkafrost við sínum hálvársroknskapi 31. august.
Føroya Banki og Jyske Bank høvdu í juli ein kursvøkstur á 9,4 prosent og 7,68 prosent í juli.
Við hækkandi rentum og útlit til fleiri rentuhækkingar, verða bankapartabrævini vanliga ávirkaði positivt av hesum tíðindum og útlit kunnu tí eisini verða til hækkandi úrslit í seinna hálvár.
DSB, ABB og Novo høvdu størstu kursfall í juli
DSV sum við keypinum í 2025 av DB Schenger er blivin ein av størstu flutningsfyritøkum í heiminum, hevði eitt kursfall í juli á -15,13 prosent og samanlagt ÁTD -12,6 prosent fyri fyrstu sjey mánaðirnar.
Hóast DSV uppjusteraði síni úrslit í juli verður mett at marknaðurin hevði væntað meira og møguliga eina skjótari integrering við keypta flutningsfelagnum DB Schenger.
Av 20 partabræva greinarum, mæla 15 til keyp av DSV partabrævinum, 4 til "strong buy” meðan ein mælir til ”hold”, sum er at varðveita partabrævið.
Partabrævið ABB, sum hevur haft størsta kurshækkan fyrra hálvár, hevði eitt kursfall í juli á -8,44 prosent.
ABB kundi annars visa á betri roknskapartøl enn marknaðurin metti. Orsøkin til kursfalli skal heldur síggjast í at ABB hevur keypt bretsku fyritøkuna Rotork fyri 5,5 mia. USD., sum í framtíðini skal styrkja ABB innan “Industri flow control equipment”.
Higartil í 2026 kann ABB tó vísa ein samlaðan kursvøkstur á heili 33,6 prosent.
Av fimm partabrævagreinarum mæla tríggir til keyp av ABB, ein til ”strong buy” meðan ein mælir til at varðveita partabrævið.
Novo Nordisk, sum hevur havt óvanliga stór kursfall í 2025 og higartil í 2026 hevur eitt samlað kursfall á 6,9 prosent (uttan vinningsbýti) og harav eitt kursfall á 6,65 prosent í juli mánaði.
Orsøkin til stóra kursfallið í juli er, at Novo tann 31. juli fráboðaði marknaðinum at teirra fasa 3 royndir av heilvágnum Ziltivekimab móti hjarta-kær sjúkum, tíverri ikki náddi sínum málsetningi.
Av 26 partabræva greinarum mæla seks til keyp av Novo Nordisk, 18 mæla til at varðveita partabrævið, meðan tvey mæla til at selja partabrævið.
Møguligar broytingar í partabrævasamanseting
Vit velja ongar broytingar at gerða í okkara partabrævasamanseting hendan mánaðin.
--
Aðrar greinar um íløgur í partabrøv
Mowi betri úrslit enn marknaðurin metti
Føroya Banki eitt av bíligastu bankapartabrøvum á danska keypssskálanum
Bakkafrost partabrævið samanborið við MOWI og Salmar partabrøvini
Partabrævaíløgan fyrra hálvár ein vøkstur uppá hálvtannað prosent
Samansetingin vøkstur upp á 4,3 prosent í ár
Partabrævasamansetingin gav eitt avkast upp á 5,44 prosent í januar
Uppskot til partabrævakeyp til 2026
Gongdin á ymiskum partabrævamarknaðnum higartil í 2025
Um partabrøv 2: Íløgumøguleikar í partabrøv
Um partabrøv 1: Íløgumøguleikar í partabrøv
--
Ábyrgdarfráskriving
Vit skulu boða frá at hvørki ráðgevararfelagið Nira, undiritaði ella Portal.fo kunnu ábyrdast á nakran hátt um lesarin velur at fylgja teimum íløgum, sum vit vísa á í hesum og komandi greinum, og um gongdin eitt tíðarskifti ikki verður nøktandi.
--
![]()
Birgir Nielsen
Búskaparfrøðingur
Ráðgevarafelagið Nira Sp/f
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald