- Vit halda okkum kenna orsøkina til, at skipið fór á land, men hetta mugu vit fáa staðfest við vissu.
Tað sigur Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, við Kringvarpið um sjófrágreiðingina í sambandi við at uppsjóvarskipið Arctic Voyager sigldi á land í Fuglafirði.
Sjófrágreiðingin er ikki liðug enn, og tað ganga væntandi nakrar vikur áðrenn hon er klár, og ein endalig niðurstøða er tøk, sigur Hans Johannes á Brúgv.
Tá verður støða tikin til, um nakar skal ákærast í málinum.
Les eisini: Skiparin var ikki ávirkaður
Les eisini: Botnurin fekk skaða
Soleiðis sá út 4. november um hálvgun eitt tíðina um náttina, tá Arctic Voyager slapp leysur (Upptøka: Tórik Ábraham Rouah)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald