Mentan

Teresa brýtur tøgnina

- Hetta er tað harðasta, eg havi upplivað og als ikki stuttligt, at ein so eyðmýkjandi støða er almenn, sigur unnustan hjá Teiti Skoubo, Teresa Ovenberg

Teresa Ovenberg (Mynd: Discovery+)

Teresa Ovenberg (Mynd: Discovery+)

2022-05-27 18:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mikudagin varð føroyska realitystjørnan í Danmark, Teitur Skoubo, dømdur hálvt triðja ára fongsul fyri neyðtøku, og í dag tekur unnustan blaðið frá munninum.

Teitur og Teresa, bæði úr Havn, funnu saman aftur í sjónvarpssendingini Ex on the Beach í fjørsummar, og hava síðani ársskiftið verið par. Nú Teitur Skoubo hevur fingið fongsulsdóm er alt vent á høvdið.

- Hetta er uttan iva tað harðasta eg havi upplivað, og tað er als ikki stuttligt, at ein so hørð og eyðmýkjandi støða er almenn, skrivar Teresa Ovenberg til sínar 84.000 fylgjarar á Instagram í dag.

[object Object]Skíggjamynd úr Ex on the Beach

- Eg elski at vera virkin her á Instagram. Tað er ringt at fáa yvirlit í løtuni, men sjálvandi verið eg noydd til at deila lýsingar. Tað er mítt arbeiði, sigur hon.

- Eg má finna frið, gleði og meining við mínari nýggju tilveru, nú lívið er vent 180 stig. Ein dag í senn, skrivar Teresa Ovenberg.

Hon takkar fyri øll tey fittu boðini, hon hevur fingið, men skilir eisini at tær grovu viðmerkingarnar koma.

Teitur Skoubo kærdi dómin beinanvegin mikudagin, men skuldi kortini inn at sita í varðhaldi alt fyri eitt. Hetta tí at revsingin er fongsul í meira enn eitt ár. Hendan avgerðin var eisini kærd, men Eystari landsrættur staðfesti í dag avgerðina hjá býarættinum í Odense. Sostatt verður Teitur Skuubo sitandi handan rimarnar til málið verður tikið upp í Eystara landsrætti.

Les eisini: Teitur Skoubo verður sitandi handan rimar

Les eisini: Hálvt triðja ára fongsul til Teit Skoubo

Les eisini: Ákærdur fyri neyðtøku: Málið byrjaði í rættinum í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder