Fótbóltur

Spenningurin er í Streymnesi

Um B36 vinnur á EB/Streymi, so er av álvara eldur í stríðnum um 4. plássi. Um EB/Streymur vinnur, so er sæti í deildini til 2025 tryggjað. Fyrsta bríksl klokkan 17. HB - 07 Vestur byrjar klokkan 16.

EB/Streymur er farið nakað frá B68 og Skála og kann fáa alt uppá pláss nú áðrenn seinasta landsliðssteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

EB/Streymur er farið nakað frá B68 og Skála og kann fáa alt uppá pláss nú áðrenn seinasta landsliðssteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-10-05 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tríggir dystir í 25. umfari í Betrideildini vórðu spældir í gjárkvøldið, og tveir teir seinastu eru á skránni í dag.

25. umfar í Betrideildini
Í dag, leygardagin 04.10

16.00: HB - 07 Vestur

17.00: EB/Streymur - B36 

Í gjár, fríggjadagin 03.10

B68 - Skála 1-1 (1-1)
40' Nicolai Møller Dohn (Maxwell Effiom) 0-1
45 (+2)' Jóhan Josephsen (Ragnar Samuelsen) 1-1

Sí eisini: 
Óbroytt støða í stríðnum um 8. plássi
Myndir: Javnleikur í illsliga veðrinum á Svangaskarði

Samrøður:
Venjararnir: - Var mest umráðandi ikki at tapa á Svangaskarði

KÍ - NSÍ 3-1 (1-1)
24' Sjálvmál 1-0
41' Steffan Løkin (Petur Knudsen) 1-1
60' Árni Frederiksberg (Claes Kronberg) 2-1
68' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 3-1 

Sí eisini: KÍ útsetti heilt stóru FM-veitsluna eitt sindur

Víkingur - ÍF 5-0 (1-0)
7' Jákup Johansen (Sølvi Vatnhamar) 1-0
63' Jákup Johansen 2-0
71' Jørgen Nielsen (Jákup Johansen) 3-0
82' Aron Jarnskor Ellingsgaard (Olaf Bárðarson) 4-0
85' Finnur Justinussen (Ari Olsen) 5-0

Reytt kort: 36' Ruben Møller Nielsen (ÍF) - beinleiðis reytt kort

Sí eisini:
Víkingur skúgvaði allan iva til viks
Myndir: Frøast um at FM nærkast

Samrøður:
Jákup Johansen: - Hetta er tí at man spælir fótbólt
Sølvi Vatnhamar: - Arbeiðshátturin ger hetta uppaftur stuttligari


Støðan: 
1. Víkingur 69 stig (+62) 
2. KÍ 63 stig (+31)
3. HB 52 stig *
4. NSÍ 41 stig
------------------
5. B36 37 stig *
6. 07 Vestur 27 stig *
7. EB/Streymur 22 stig *
8. Skála 19 stig (-27)
------------------
9. B68 18 stig (-25)
10. ÍF 7 stig 

*Ein dyst færri

Tað er í Streymnesi, at spenningurin veruliga er. Nú NSÍ hevur tapt tveir dystir á rað - í síðstu viku júst við Margáir - er hurðin latin meira upp fyri B36. Um liðið hjá Magna Hoseth vinnur í dag, so er bert eitt stig á muni í stríðnum um 4. plássi.

Í gjárkvøldið kundi Portalurin avdúka, at norski venjarin ikki heldur fram eftir kappingarárið, men at ein annar norðmaður kemur til B36 ístaðin.

Les meira um tað her

Hjá EB/Streymi er einki kunngjørt um venjarasessin enn. Sigfríður Clementsen hevur ikki sáttmála fyri næsta ár, men hansara lið hevur staðið seg heilt væl í seinastuni. Eftir 4-1 sigurin á NSÍ og javnleikin hjá B68 og Skála á Svangaskarði í gjárkvøldið er greitt, at EB/Streymur er ein sigur frá at endaliga tryggjað plássið - javnleikur næstu ferð móti B68 er eisini nóg mikið í sær sjálvum.

[object Object]Magne Hoseth hevur fýra dystir eftir sum B36-venjari. Tveir ymiskir vegir eru út í Evropa hjá felagnum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í Gundadali hevur úrslitið einki at siga sum so. Hvørki HB ella 07 Vestur kunnu náa nakað. Liðið hjá Adolfo Sormani skal tó halda seg hvast til steypafinaluna móti B36 - Liðið hjá Dan Brimsvík skal byggja uppá.

Hjá HB hevur ymiskt uttanfyri vøllin fylt eitt sindur hesa vikuna. Serliga tað at Hanus Sørensen ikki spælir steypafinaluna og sum skilst ikki longur er í hópinum - hetta vegna skiftið til Slovenia.

Sí eisini: 
Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt
Hanus og HB hava ikki fleiri viðmerkingar í løtuni

Í gjárkvøldið, á 120-ára degnum, boðaði HB frá, at Teitur Matras Gestsson, Mathias Voss og Áki Samuelsen hava longt sínar sáttmálar við felagið.

Meira um støðuna í HB seinni - til ber at fylgja gongdina í dystunum á forsíðu okkara. Televarpið vísir dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder