Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Fýra mál: Harav eitt framúr flott frísparksmál, eitt annað gott langskot, eitt umstrítt brotsspark og eitt dramatiskt mál í yvirtíðini.
Inntensitetur, sum til tíðir koppaði yvir til rok. Tvey reyð kort, larmandi áskoðarafjøld, longd leiktíð við níggju móti ellivu og ein heilt dramatiskur endi við brotssparkskapping og øllum. Alt undir krúnprinsavitjan.
Partarnir stríddust hart um steypið í 120 minuttir umframt "ta leysa" (Savnsmynd: Sverri Egholm)
At enda vóru tað B36'arnir - fullmannaðir á pallinum - sum kundu stórfegnast (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Les eisini: Nú er bert steypafinalan eftir
Í B36-leguni minnast tey tað sum 11 móti 9-finalan. Tey minnast tað eisini í HB, men vilja helst gloyma tað. Í Fótbóltsføroyum stendur finalan um Løgmanssteypið frá 2018 eftir sum ein av allarmest spennandi steypafinalunum og dystunum yvirhøvur - í øllum førum í nýggjari tíð.
Kringvarpið legði alla sína sending í sambandi við steypafinaluna út á Youtube sama kvøld fyri seks árum síðani: Upptakt, viðgerð undir og eftir dystin og øll finalan. Tað heilt stóra undirhaldi kemur frá tíðliga í 2. hálvleiki.
Alt sæst omanfyri - ella við at trýsta HER.
Dómaraseðilin frá finaluni sæst her
Tað eru sjálvandi B36'arar, sum heldur vilja enduruppliva hetta (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Leygarkvøldið hittast HB og B36 aftur til finalu á Tórsvølli, har steypið, heiðurin í Havnini og milliónir eru uppá spæl.
Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB
Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna
Sí eisini: Atgongumerkjasølan gongur væl
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald