Fótbóltur

Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum

Adolfo Sormani og Magne Hoseth við toymum eru, lið um lið, í gongd við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til stóru finaluna leygarkvøldið.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2024-10-31 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Tað eru bert umleið tvey samdøgur til størsta dystin á árinum fyri HB og B36.

Tað merkist eisini ein serstakur spenningur í Gundadali.

Sí eisini: Atgonugmerkjasølan gongur væl

Sí eisini: Nú er bert steypafinalan eftir

Fyrr í kvøld vandu bæði HB og B36. Talan var um lættar venjingar - serliga hjá HB har taktiskt fokus var.

Í B36-leguni vandu teir millum annað brotsspørk. Tað endaði júst við brotsspørkum, tá B36 og HB seinast spældu um Løgmanssteypið.

Hetta var í 2018, tá B36 á dramatiskan hátt vann við teimum monnum í undirtali - nú er aftur eitt steyp, ein Havnarheiður og milliónir uppá spæl.

Sí myndir, sum Sverri Egholm tók av venjingunum, niðanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder