Fótbóltur

Video: - Hetta kann næstan ikki blíva størri

Helst størsti dystur í føroyskum fótbólti í fimm ár, og eg vil gjarna vaska tapið frá 2018 av mær, sigur Teitur Matras Gestsson. - Dysturin er tað síðsta eg hugsi um, tá eg leggi meg at sova og tað fyrsta eg hugsi um, tá eg vakni.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-10-31 21:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

Hann er ein av teimum fáu, sum var á vøllinum til “9 móti 11 finaluna” millum liðini í 2018, og sum eisini verður á vøllinum leygarkvøldið.

- Tað var sjálvandi stórt fyri B36, og fyri mín part vil eg gjarna vaska ta tapið av mær nú.

Sí eisini: Soleiðis sá út í seinastu Havnarfinaluni (Video)

Hetta segði Teitur Matras Gestsson við Portalin í sambandi við dagsins venjing.

32-ára gamli liðformaðurin  hjá HB heldur, at “hetta kann ikki gerast tættari ella nógv meira spennandi”.

- Helst mest spennandi dystur í føroyskum fótbólti í fleiri ár - síðani FM finalan millum KÍ og B36 í 2019. Hesin dysturin er tað síðsta, sum eg hugsi um, tá eg leggi meg at sova og tað fyrsta, ið eg hugsi um, tá ið eg vakni, sigur HB-málverjin at enda.

Sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum

Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB

Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna

Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder