- Eg haldi, at vit skuldu nýta heldur nógva tíð uppá at koma í gongd í álopspartinum. Tað gekk ikki so væl, sum vit ætlaðu, í byrjanini. Men so fingu vit rættað uppá tað, endaðu fyrra hálvleiki væl og spældu síðani ein góðan seinna hálvleik.
Soleiðis tekur Vilhelm Poulsen samanum føroyska sigurin á Kosovo mikukvøldið – nú smá tvey samdøgur seinni. Tað var 8-8 eftir 22 minuttir í høllini á Hálsi, men so tóku Føroyar annað skinn um bak í álopspartinum og vunnu at enda methøgan undankappingarsigur: 32-21
Sí eisini: Størsti sigur í einari undankapping
Vit spurdu eisini Vilhelm um hansara avrik Í verjustøðu sá tað út til at vera heilt sterkt, sum so ofta fyrri, men í álopspartinum haltaði: Hoyvíkingurin skoraði eitt mál uppá tríggjar skotroyndir og var í løtum heldur trilvandi á høgra bakki.
- Ja, men kann siga, at tað var gott í verjustøðu og minni gott í álopspartinum. Eg dugi illa at meta um, júst hví so var, men eg rakti so ikki heilt dagin frameftir. Vónandi verður tað betri sunnudagin.
Vilhelm Poulsen í skotroynd móti Kosovo. Hendan miseydnaðist (Mynd: Sverri Egholm)
Tá verður tað Ukraina: Hvussu verður tann dysturin øðrvísi?
- Vit hava spælt ímóti Ukraina nakrar ferðir seinastu árini, og vit føla, at hetta helst er eitt nakað betri lið enn Kosovo. Føroyar hava spælt nakrar tættar dystir móti ukrainum, hava so tapt útidystirnar men vunnu síðstu ferð greitt (33-26 á Hálsi, red.) Men Ukraina spældi ein góðan dyst móti Hollandi, sum er favorittur í bólkinum, í gjár. Teir tapti bara við einum, so tað verður ein sterk mótsstøða hjá okkum sunnudagin.
Sí eisini: Mótstøðuliðið tapti í málríkum dysti
Hannover-Burgdorf fekk fatur á 25-ára gamla hoyvíkinginum í summar. Sterki høgri bakkurin setur soleiðis orð á fyrstu tíðina í Bundesliguni eftir skiftið úr donskum hondbólti.
- Tað er sjálvandi ordiliga stuttligt at spæla í Bundesliga. Men tað er heilt vist eisini nógv, sum man skal venja seg við, í mun til ferð og annað. Eg haldi, at tað sum heild hevur gingið ordliga væl. Har er ein góður kappingarneyti (Renars Uscins, red.), sum tekur nógvar minuttir á høgra bakki og spælir væl. Eg fái so mínar minuttir – serliga í verjuni – og skal bara royna at menna meg víðari, sigur Vilhelm at enda.
Hannover-Burgdorf er við í oddinum í týskum hondbólti higartil í kappingarárinum.
Vilhelm Poulsen og landsliðsliðfelagarnir venja saman í kvøld og skulu eisini í morgin fyrireika seg til týðandi dystin í 2. umfari móti Ukraina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald