Sum vit skrivaðu fyrst í oktober, skal Hanus Sørensen skjótt spæla yrkisfótbólt í Slovenia - sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð
Sí eisini: Hanus Sørensen skiftir til slovenskan fótbólt
Hetta er í dag endaliga váttað. Meðan føroyska fótbóltslandsliðið var umborð á flogfarið ávegis til Frankfurt, legði NK Celje mynd út við kunngerð um, at felagið hevði fingið fatur á føroyska landsliðsspælaranum.
- Hann hevur royndir sum høgri bakkur, men stóð seg væl sum miðvallari hetta kappingarárið í Føroyum. Hanus Sørnsen legði upp til nógv mál (14)
Hanus Sørensen hevur verið ógvuliga eyðsýndur á HB-liðnum í 2024 og fer nú at royna seg uttanlands aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Sáttmálin millum 23-ára gamla havnarmannin og slovenska meistaraliðið kemur í gildi 1. januar 2025. Sáttmálin er galdandi til og við 30. juni 2027.
NK Celje er í løtuni á 4. plássi í Prva Liga. Liðið er eisini í bólkaspælinum í Conference League. Føroyingurin fær spælt frá 1. januar.
Hanus Sørensen hevur ikki spæt ella vant fyri besta liðið hjá HB síðani í september. Landsliðsspælarin hevur vant við 1. deild.
Sí eisini: - Tað er einki persónligt mótvegis Hanusi
Hanus hevur áður umboðað FC Midjylland og Middelfart í donskum fótbólti. Seinastu dagarnar hevur hann verið í Slovenia til læknakanning. Í kvøld fer tekniskt sterki spælarin við landsliðsliðfeløgunum til Armenia, har landsdystur er á skránni hósdagin.
Sí eisini: Skulu ferðast meginpartin av samdøgrinum
Dagført: 16.11
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald