Hondbóltur

- Hetta var sum at spæla á útivølli hjá okkum

Umboð fyri niðurlendska hondbóltssambandið og spælarar rósa føroysku áskoðarunum eftir føroyska sigurin og fólkaveitsluna í gjár.

Eitt øðiligt lív í hjá føroysku fjøldini undir dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

Eitt øðiligt lív í hjá føroysku fjøldini undir dystinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-03-17 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Amsterdam, Niðurlond (Portalurin): Tað var ein óvanlig uppliving hjá føroysku spælarunum at spæla ein útidyst við so nógvum føroyingum á áskoðaraplássunum,, men tað var eisini ein serstøk uppliving hjá teimum á heimaliðnum.

Fullsett var í høllini, men stóra talið av larmandi útiáskoðarum gjørdi sítt til, at hetta kendist sum ein heimadystur fyri Føroyar.

Sí eisini - video:
Dagsins spælari var rørdur eftir dystin
Elias á Skipagøtu: - Fara eftir at vinna teir báðar seinastu dystirnar í bólkinum eisini
Ísak Vedelsbøl: - Kendist sum tað bert vóru føroyskir áskoðarar her

Portalurin tosaði við nøkur umboð frá niðurlendska hondbóltssamandinum stutt eftir dystin. Tey staðfestu, at "man hevði ongantíð upplivað nakað líknandi". Hóast tapið, so kundi tey staðfesta, at tað var er stuttlig uppliving.

- Hetta var sum ein útidystur hjá okkum. Tann stemningurin, sum føroyingar skaptu, var ótrúligur.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Sí myndir frá føroyska fagnaaðinum í høllini her

Sí eisini: Framúr gott lag á føroyingum í Amsterdam

Vinstri vongurin Rutger ten Velde var eisini bergtikin, tá hann í viðtalu við Rás2 eftir dystin, staðfesti, at hetta ikki var sum ein heimadystur. 

- Hetta er bert nakað at øvunda: Tað at eitt lið kann hava so nógvar og ídnar áskoðarar við til ein undankappingardyst, sigur toppskjúttin frá dystinum við Tjarnir.

Tað sást eisini undir tjóðsangi og í ymiskum løtum, at starvsfólk í høllini bara máttu smílast av ljóðinum, sum kom frá føroysku fjøldini.

Stóra niðurlendska kringvarpið, NOS, skrivar sum so ikki nakað um áskoðarar, men har fær føroyska avrikið í tætta dystinum rós; serliga fyri at tálma stjørnuni Luc Stens so mikið nógv.

Føroyar vunnu sær trý av fýra stigum móti hægst styrkismetta liðnum í bólkinum hesa vikuna. Harvið eru føroyingar á 1. plássi og hava beina kós móti EM-endaspælinum í januar.

Sí eisini: Framvegis ógvuliga tættur bólkur hjá Føroyum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder