Fótbóltur

Stutt eftir venjaraskifti: HB og 07 Vestur vunnu týðandi sigrar

Vánaligt B36-avrik í grannauppgerðini men HB og Lukasz Cieslewicz kendu sína vitjunartíð. Liðið hjá Tór-Ingar Akselsen vann 2-0 á AB, sum fekk reytt kort fyri steðgin í Sørvági.

AB vann 3-1 á HB fyri viku síðani - í dag var lagnan øðrvísi hjá hesum báðum liðunum. Ási Dam skoraði fyrsta málið hjá HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

AB vann 3-1 á HB fyri viku síðani - í dag var lagnan øðrvísi hjá hesum báðum liðunum. Ási Dam skoraði fyrsta málið hjá HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-21 20:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta sunnudag síðani vann AB 3-1 á HB. Harvið fóru uppflytararnir frammum "stórabeiggja" úr HB eftir 13 umfør.

Men nógv kann broytast uppá eina viku í fótbólti. Hjá HB var Lukasz Cieslewicz - sum í ár hevur verið hjálparvenjari - høvuðsvenjari tá formveika HB í dag brast saman við B36, gamla felagnum hjá Lukaszi á 3. plássi.

Sí eisini: 
Lukasz Cieslewicz tekur fyribils yvir í HB
Lukasz: HB hevði fyrireikað seg mentalt væl til dystin

Tróndur Jensen er komin inn aftur sum hjálparvenjari, og danski Klavs Rasmussen stóð eisini á dómaraseðlanum sum hjálparvenjari. Royndi danin starvast hjá DBU og er í leikluti sum ráðgevi hjá HB í løtuni. Júst tað at fáa enn ein danskan ráðgeva inn í felagið varð avgerandi ósemjupunkt millum André Olsen og HB-leiðsluna í vikuni.

Sí eisini: 
André Olsen: - Ein nýggjur úlendskur ráðgevi hevði skapt størri órógv enn gagn
HB-formaðurin: - Ósemja við venjaran um hjálpt uttanífrá

Teir sóu eitt lið veruliga avrika í dag. HB var betri skipað - við og uttan bólt - og væl meira ágangandi og ágrýtið. Longu eftir tíggju minuttir stútaði Ási Dam bóltin í netið eftir hornaspark frá Dan í Soylu. Um miðjan fyrra hálvleik misti B36 aftur bóltin, og hóast yvirtal í verjustøðini megnaði man ikki at verja fyri Mathiasi Voss og Moses Ebiye. 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan - og tað burdi verið meira heldur enn minni.

Jákup Martin Joensen: Als ikki eitt nøktandi avrik hjá B36

[object Object]
HB hekk saman sum lið, og teir í reyðum og svørtum kundu fegnast um trý mál og trý stig móti grannunum

Myndir: HB setti grannarnar uppá pláss

B36 saknaði Heina Vatnsdal og eitt veruligt úttrykk; hetta seinna annan dystin á rað móti HB. Tað gjørdist nakað frægari eftir steðgin, men við vælspælda málinum til 3-0, sum eyðsýndi Mathias Voss skoraði, punkteraði HB sum so dystin. 

Sum so ofta fyrr vísti eitt lið, og júst HB, meira beint eftir eitt venjaraskifti. So er spunringurin, um hetta heldur, og hvat framtíðin bjóðar. Grannarnir megnaðu als ikki at bjóða av í dag og eru nú seks stig frá 1. plássinum. HB er framvegis heili átta stig frá B36 men nú á 5. plássi.

[object Object]
Noah Mneney og HB vóru omaná á so at siga øllum økjum í grannauppgerðini í dag (Mynd: Sverri Egholm)

07 Vestur var fyrsta felagið at fremja venjarabroyting. Hetta eftir tapið í lykladystinum á Skála síðst í mai, beint fyri landsliðssteðginum.

Tór-Ingar Akselsen hevur avloyst Micheal Schjønberg, sum hann áður hevur verið hjálparvenjari hjá. 07 Vestur-legendan skal stjórna liðnum restina av 2026. Botnliðið størsta partin av árinum byrjaði nýggja tíðarskeiðið við 3-2 tapi á heimavølli á Countryfestivalinum og í dag eydnaðist at fáa trý týðandi stig móti AB.

Talan var um marruminuttir mitt í 1. hálvleiki hjá AB, tá Sørin Samuelsen fekk beinleiðis reytt kort, og Edvin Jakobsen síðani gagnnýtti støðuna. Tá eitt korter var eftir av dystinum stongdi Casper Gedsted Hansen hurðina fyri undirmannaðu gestunum.

Harvið er AB framvegis ikki veruliga leyst av botnstríðnum, nú beint yvir ein helmingur av kappingini er farin, og 07 Vestur hevur nú bert tvey stig upp til niðurflytingarstrikuna.

-----------------------------------------------------------------------------

Meistaradeildin menn, 14. umfar
Í dag unnudagin 21. juni

07 Vestur - AB 2-0 (1-0)
21' Edvin Jakobsen 1-0
76' Casper Gedsted Hansen 2-0

Reytt kort: 20' Sørin Samulsen, AB

Sí meira um dystin her

HB - B36 3-0 (2-0)
11' Ási Dam (Dan í Soylu) 1-0
23' Moses Ebiye (Mathias Voss) 2-0
58' Mathias Voss (Moses Ebiye) 3-0

Sí meira um dystin her

Myndir. HB setti grannarnar uppá pláss

Fótbóltsskýlið: Venjarabroytingar og evropeiskar metingar í Sarpugerði

Í gjár, leygardagin 20. juni
EB/Streymur - Skála 1-1 (1-0)
40' Sjálvmál 1-0
90 (+2)' Simon Jørgensen 1-1

Meira um dystin her

NSÍ - B68 1-0 (1-0)
5' Michal Przybylski (Daniel Obbekjær) 1-0

Meira um dystin her

Í gjár, fríggjadagin 19. juni í Sarpugerði
Víkingur - KÍ 2-2 (2-2)
3' Mikkel Hyllegaard (Ingi Jonhardsson) 1-0
17' Odmar Færø (Árni Frederiksberg) 1-1
32' Jóannes Kalsø Danielsen 1-2
38' Arnbjørn Svensson (Aron Benjaminsen) 2-2

Reytt kort: 45 (+3)' Gaston Nicholas Tellechea, KÍ 

Sì meira um dystin her

Les eisini: Frálíkt fríggjakvøldsundirhald í Sarpugerði

Støðan í Meistaradeildini:

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder