Upptaktin hevði snúð seg um nógv annað enn fótbólt vegna margháttiligu avgerðina hjá FIFA um, at Folarin Balogun hjá USA kortini ikki skuldi hava leikbann eftir reyða kortið móti Bosnia í 1/16-finaluni.
Sí eisini: Stór undran og forargilsi: FIFA hevur tikið leikbannið hjá amerikanska HM-toppskjúttanum aftur
Men hetta fekk ikki nakra serliga ávirkan. Nathan Ngoy og hinir høvdu gott tamarhald á amerikanska toppskjúttanum, og hóast USA fekk eitt útjavnandi mál við beinleiðis frísparki (Malik Tillman), so var heimaliðið so at siga ongantíð veruliga inni í dystinum, ið endaði 1-4.
USA hevur annars víst góðar taktir undir HM á heimavølli, men lítið var um Christian Pulisic og hinar. Hóast liðið ikki hevði nakað við politisku íblandanina undan dystinum, so kendist tað eitt sindur, sum at fótbólturin vann.
Og Belgia var bara betri á vøllinum. Venjarin Rudi Garcia hevði skift Jeremy Doku og Kevin De Bruyne út, tá tað stóð illa til móti Senegal í 1/16-finalunum. Og profilarnir byrjaðu úti í nátt, sama við Romelu Lukaku sum verður nýttur sum jokari.
Hetta eydnaðist bara væl. Charles De Ketelaere hevur ikki havt nakað gott HM men skoraði tvey verulig áleyparamál og legði upp til 3-1 málið hjá Hans Vanaken í 57. minutti - sum tó kom eftir stórt málverjumistak.
Belgia hevði tamarhald á, og tað gjørdist ikki aftur spennandi - heldur 1-4 eftir eitt stórt verjumistak. Romelu Lukaku gagnnýtti hetta
17.00: Argentina - Egyptaland
21.00: Sveis - Kolumbia
Meksiko - Ongland 2-3 (1-2)
Portugal - Spania 0-1 (0-1)
Marokko - Kanada 3-0 (0-0)
Paraguay - Frakland 0-1 (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald