Fótbóltur

Hava Árna sum jokara í avgerandi dystinum í Litava

Árni Frederiksberg og René Shaki Joensen millum teir, sum byrja á bonkinum í lagnudystinum, meðan nýggi norski miðvallarin byrjar inni. Dysturin byrjar nú klokkan 17 og kann stroymast á tv.ki.fo.

Árni Frederiksberg á bonkinum móti Kauno Zalgiris - hann kann koma inn og fáa avgerandi leiklut (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg á bonkinum móti Kauno Zalgiris - hann kann koma inn og fáa avgerandi leiklut (Mynd: Sverri Egholm)

2026-07-29 16:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ivamál hevur verið um Árna Frederiksberg, síðani hann fór av vøllinum í 1. hálvleiki í fyrra dystinum.

Nú er greitt, at evropeiska essið hjá KÍ ikki byrjar inn í seinna og avgerandi dystinum í 2. umfari í Champions League. Heldur verður hann goymdur sum ess og hóttan til seinni í dystinum. Ein dystur, sum kann enda við longdari leiktíð.

Viðmerkjarar: Møguleikarnir hjá KÍ eru munandi størri enn við Árna

René Shaki Joensen er eisini millum teir á KÍ-bonkinum í Litava. Fjølbroytti spælarin kann sum skilst fáa ein leiklut fyri fyrstu ferð í ár.

Ístaðin fyri Árna Frederiksberg byrjar Filip Brattbakk á høgra vongi. Norðmaðurin kom eisini inn fyri Árna í Klaksvík.

Tá kom Mansour Sinyan inn á sentrala miðvøllinum, og norski leigusveinurin byrjar inni fyri KÍ á fyrsta sinni í lagnudystinum í Litava. Hetta undir liðuni á Halli Hansson, meðan Ousemma Ali verður vongur hesaferð. Annars er liðið hjá Magnus Powell tað seama.

[object Object]
Sjey útlendingar í uppstillingini hjá KÍ, nú 3. umfar í Champions League og deildarspæl er uppá spæl (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag)

[object Object]Mansour Sinyan var nær við at avgerða fyrra dystin og vísti dygdir (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini: Mansour Sinyan gjørdi vart við seg í fyrsta dystinum fyri KÍ

Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
17.00: Kauno Zalgiris - KÍ (0-0)

Samanlagdi vinnarin fer víðari til 3. umfar í Champions League og skal við vissu spæla okkurt evropeiskt deildarspæl í heyst og í vetur

Til ber at fylgja við ovast á Portalinum - dysturin kann stroymast fyri eitt gjald á tv.ki.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder