Fótbóltur

HB hevði størri yvirskot enn Evropa-ævintýrmenninir - rætti KÍ hjálpandi hond

3-1 á Tórsvølli, eftir at NSÍ annars var frammanfyri. Evropeiska stríðið og FM-stríðið er tættari eftir umfarið.

Heini Fossdalsá Sørensen - her móti Motherwell hósdagin, skoraði gott mál til 2-1 móti NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

Heini Fossdalsá Sørensen - her móti Motherwell hósdagin, skoraði gott mál til 2-1 móti NSÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-03 22:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti dysturin í 17.umfari, tí fyrsta fulla umfarinum eftir summarsteðgin, varð spældur á Tórsvølli í kvøld. Har hevði HB heimavøll vegna avbjóðingar við graslíkinum/undirlagnum á Ovara vølli.

NSÍ legði seg á odda tíðliga í 2. hálvleiki við máli frá einum av Evropa-hetjunum, Michal Przybylski. 

Men síðani fekk útiliðið trupulleikar við orkuni. Meinhard Egilsson Olsen noyddist eisini út, og HB setti seg á dystin. Spælið var gott, og seinasta fjórðingin av dystinum skoraði heimaliðið tríggjar ferðir: Ári Mohr Jónsson, Heini Sørensen og Ebiye Moses.

HB burdi enntá fingið okkurt brotspark, og NSÍ megnaði ikki at svara aftur.

Ógvuliga týðandi sigur hjá liðnum hjá Lukaszi Cieslewicz, ti nú eru bert tvey stig upp til Víking og trý til B36.

Næsta mánadag er hitt liðið við 34 stigum, KÍ, á skránni. Hetta í útsettum Summarfestivaldystinum vegna evropeisku luttøkuna hjá KÍ.

KÍ er enn frammanfyri NSÍ, vegna málúrttøku. Søguligi evropeiski sigurin hjá NSÍ í Slovenia hóskvøldið kostaði nakað í kvøld - eitt tætt oddastríð er í gongd, men NSÍ hevur Lugano á skránni í Sveis hósdagin.

17. umfar í Meistaradeildini hjá monnum
Í dag, mánadagin 3. august
HB - NSÍ 3-1 (0-0)
49' Michal Przybylski 0-1
67' Ári Mohr Jónsson 1-1
80' Heini Fossdalsá Sørensen 2-1
90 (+6)' Moses Ebiye 3-1
 
Sí meira um dystin her

- Seinastu løtuna var bert eitt lið á vøllinum

[object Object]

Dystirnir í gjár:

B68 - 07 Vestur 2-1 (0-1)
38' Gasper Gedsted Hansen 0-1
85' Jovan Goronjic 1-1
90+3' Loick Jean Henri Lespinasse 2-1

Sí eisini: B68 bardi seg inn í botnbrakið og uppum niðurflytingarstrikuna

Sunnudagin 2. august
AB - Skála 3-2 (2-0)
4' Ragnar Skála 1-0
31' Bjarki Nielsen, br. 2-0
76' Bjarki Nielsen, br. 3-0
90 (+3)' Jákup Pauli Frederiksberg 3-1
90 (+5)' Karl Martin Johansen 3-2
Sí meira um dystin her

EB/Streymur - Víkingur 1-2 (1-0)
2' Óli Eyðsteinsson Poulsen 1-0
48' Sølvi Vatnhamar 1-1
78' Ingi Arngrímsson 1-2
Sí meira um dystin her

KÍ - B36  2-0 (1-0)
6' Páll Andrasson Klettskarð 1-0
49' Erlend Hustad 2-0
Sí meira um dystin her

Les eisini: KÍ tók oddasessin aftur

Samrøður og samanumtøka í 3. hálvleiki - lurta her



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder