Hondbóltur

Elias trívist væl í nýggja leistinum hjá Kiel

- Vit royna at spæla eitt sindur skjótari, og tað hóskar væl til mín, helt føroyski spælskiparin fyri eftir Wenzel Nordic Cup. Týska stórfelagið hevur nú norskan venjara.

Frá Jicha til Lund, fleiri profilar afturat og eitt heldur øðrvísi Kiel í væntu í 2026/2027. Talan er um síðsta árið av sáttmálanum hjá Eliasi á Sipagøtu í týska stórfelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Frá Jicha til Lund, fleiri profilar afturat og eitt heldur øðrvísi Kiel í væntu í 2026/2027. Talan er um síðsta árið av sáttmálanum hjá Eliasi á Sipagøtu í týska stórfelagnum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-08-18 21:33 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Elias Ellefsen á Skipagøtu fer skjótt undir fjórða kappingarárið í THW Kiel. Hoyvíkingurin kom til týska stórfelagið sum 21-ára gamal og hevur í løtum, serliga tá hann hevur verið skaðafríur, havt stóran leiklut.

Serliga var tað í Champions League tað fyrsta kappingarárið (2023/2024) og fyrru helvt av síðsta kappingarári, tá føroyski spælskiparin í løtum var besti spælari og toppskjútti í Bundesliguni.

- Elias hevur dygdir sum,,, ja kanska ikki sum eingin annar hevur, men í øllum førum fáir aðrir í heiminum. Einstaklingaevnini eru serstøk, og Elias kann gerast ein av heimsins allarbestu spælarum. Hann skal tó verða uppaftur betri at nýta liðfelagararnir, vera støðugur og so sjálvandi halda seg skaðafrían.

Hetta staðfesti Andreas Wolff, málverjin, tá Portalurin tosaði við hann við Tjarnir sunnudagin og sjálvandi spurdi um føroyska spælskiparan.

Sí eisini: Stóri týski úlvurin: Elias hevur eginleikar sum fáur annar í heiminum

[object Object]
Elias Ellefsen á Skipagøtu í góðum lag, tá hann var á kendum gøtum - og hann vísti eisini sínar hondbóltsdygdir (Mynd: Jens Kr. Vang)

Myndir: Ellefsen á Skipagøtu vann systkinabarnuppgerðina

Hetta var eftir dystin móti GOG, sum Elias Ellefsen á Skipagøtu sjálvur helt var ein góður venjingardystur fyri bæði liðini; hóast Óli Mittún gav Kiel-verjuni stórt høvuðbrýggj og spælið hjá týska liðnum kundi verið meira støðugt.

Hetta staðfesti nú Føroyski landsliðsprofilurin, tá Portalurin og FM1 stutt fingu orðið á hann eftir autografskriving.

Vit spurdu eisini nummar 71, hvussu hann trívist undir nýggja venjaranum Børge Lund og við heldur øðrvísi leikháttinum hjá Kiel í ár.

- Eg trívist væl. Vit royna millum annað at spæla eitt sindur skjótari, og tað hóskar væl til mín. Nú snýr tað seg um at halda høgt stig og fínpussa nøkur ting undan kappingarbyrjan, segði Elias á Skipagøtu eftir dystin har hann sjálvur spældi ógvuliga væl.

[object Object]Børge Lund leggur her lag á hjá Eliasi. 47-ára norðmaðurin kom til Kiel úr Elverum í summarsteðginum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Annars hevur Filip Jicha verið høvuðsvenjari í tíðini hjá føroyinginum í felagnum. Kiel segði kekkan upp eftir eitt miseydnað 2025/2026 og hevur nú fingð ein meira nýmótans og norskan venjara inn: Í hondbóltsheiminum verður hetta ikki sæð sum nakað serliga neiligt fyri júst Elias Ellefsen á Skipagøtu.

24-ára gamli hoyvíkingurin hevur eitt ár eftir av sáttmálanum við Kiel, sum hevur fingið slovenan Domen Makuc og týskaran Julian Köster - tveir profilar - afturat bakketuni til hetta kappingarárið.

Fyrsti dystur í Bundesliguni verður móti Lemgo leygardagin 29. august.

Hoyr alla samrøðuna við Elias Ellefsen á Skipagøtu her - spælskiparin setur eisini orð á sjálva ferðina til Føroyar, sum hann eina løtu stúrdi fyri

Sí eisini: THW Kiel hevði teambuliding í føroysku náttúruni og venjing við føroyskum børnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder