Odds millum 1,50 og 1,55 á útisigur og yvir 6.00 á heimasigur.
Nummar 125 á FIFA-styrkislistanum móti nummar 44 á FIFA-styrkislistanum.
Eitt mótstøðulið, sum í fjør vann á millum annað Týsklandi og sum hevur fult stigatal í Nations League-bólkinum.
Jú, nóg peikar á, at tað verður torført hjá Føroyum í kvøld. Men undan dystinum hava Eyðun Klakstein og spælararnir sæð tað jaliga og spennadi við avbjóðingina - og slovakar stúra fyri umstøðunum. Teir vita eisini, at grannar teirra, Kekkia taptu her í fjør
Sí eisini:
Troyttir slovakar stúra fyri graslíkinum og ótespiligum kvøldi á Tórsvølli
Eyðun: Ikki ordiliga nøgdir við úrtøkuna higartil - kanska tørvar okkum júst avbjóðingina móti Slovakia
Martin Agnarsson: - Vit fara eftir at gera tað sama sum í oktober í fjør (Video)
Portalurin og FM1 fylgja gongdini á Tórsvølli í kvøld tætt. Hetta frá klokkan 17.15 og til væl eftir dystin
FM1: Fótbóltsfríggjakvøld á Tórsvølli
Nations League deild C, bólkur 3
3. umfar, í dag fríggjadagin 2. oktober
19.45: Føroyar - Slovakia
1. Slovakia 6 stig
---------------------
2. Føroyar 2 stig
----------------------
3. Kasakstan 1 stig
4. Moldova 1 stig
Ovasta liðið flytur upp í bólk B til næstu Nations League-kapping
Næstovasta liðið skal spæla um at flyta upp
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald