Fótbóltur

Føroyingar fyrireika seg til fjórða og seinasta dystin í fjarskotnum landi

Langa landsliðsvindeyga kemur at enda týskvøldið, tá Føroyar og Kasakstan spæla á Astana Arena - langt frá Tórsvølli. Føroyingar venja í kvøld á leikvøllinum í lutfalsliga nýggja høvuðsstaðnum, sum tekur eini 30.000 fólk.

Tað endaði 1-1 á Tórsvølli, tá Føroyar og Kasakstan spældu fyri níggju døgum síðani - í morgin hittast liðini á væl størri leikvølli nógv longuri eysturi (Mynd: Sverri Egholm)

Tað endaði 1-1 á Tórsvølli, tá Føroyar og Kasakstan spældu fyri níggju døgum síðani - í morgin hittast liðini á væl størri leikvølli nógv longuri eysturi (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-05 08:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Astana, Kasakstan (Portalurin): Býurin hevur havt nógv ymisk nøvn - í nýggjari tíð Aqmola og Nur-Sultan. Ímillum har og nú eitur næststørsti býurin í landafrøðiliga risastóra Kasakstan tó Astana, sum á kasakiskum merkir høvuðsstaður.

Hetta hevur Astana verið síðani síðst alt í 1997. Almaty er annars ein størri býur, men mett varð millum annað at Astana liggur betri á ymsan hátt. Og millum teir umleið 1,7 millión íbúgvarnir í býnum í Miðasia, eru umleið 40 føroyingar.

[object Object]
Á Nursultan Nazarbayev-flogvøllinum seint leygarkvøldið. Frá mars 2019 til september 2022 hevði býurin navnið Nur-Sultan eftir fráfarandi fyrsta forseta landsins; nú  (Mynd: Sverri Egholm)

Frá leygarkvøldinum:
Føroyingar loksins lendir í Astana
Flogradio: Sjavs, seriøsur lesnaður, sjónvarpsrøðir og røvarasøgur

23 teirra eru fótbóltsspælarar, sum skulu fyrireika seg til fjórða landsdystin innan ellivu dagar. Fleiri hava spælt í øllum trimum, har Føroyar hava fingið trý stig eftir tríggjar ferðir 1-1. 

Adrian Justinussen og Andrias Edmundsson eru ikki við; ávikavist vegna flogræðslu og leikbann.

Í gjár var styrkivenjing og nakað av spa-virksemi á vakra gistingarhúsinum, har tað snúði seg at fáa nógvu ferðingina leygardagin úr kroppinum. 

Hoyr eisini: 
Arnbjørn Svensson: Sjálvandi segði eg beinanvegin ja til at koma við til Asia

Í kvøld, kasakiska tíð, verður venjing á leikvøllinum, har dysturin verður spældur í morgin.

Talan er um Astana Arena, sum tekur eini 30.000 áskoðarar. Kasakstan tapti 2-1 fyri Moldova har fríggjakvøldið. Nú, níggju dagar eftir at Føroyar og Kasakstan spældu 1-1 á Tórsvølli, gera liðini seg til reiðar at spæla aftur - eini 4,622 kilometrar frá føroyska høvuðsstaðnum.

Klokkan 11 verður landsliðsradio úr Astana at hoyra á FM1

Meira tilfar seinni í dag

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder