Fótbóltur

NSÍ'arnir kunnu tendra fýrverki um fýra-tíðina leygardagin

Dysturin á Svangaskarði, sum í stóran mun snýr seg um at teir gulkløddu fáa gull og steyp og kunnu fegnast, byrjar ein tíma áðrenn hinar í seinasta umfari. Niðurflytingarbrakið á Argjum byrjar klokkan 15.

Gullveitslan hjá NSÍ byrjaði við Løkin sunnudagin - hon er framvegis í gongd, og hæddarpunktið verður leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

Gullveitslan hjá NSÍ byrjaði við Løkin sunnudagin - hon er framvegis í gongd, og hæddarpunktið verður leygardagin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-28 07:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hóast tað landafrøðiliga er ógvuliga tætt millum feløgini, eru tey nú langt frá hvørjum øðrum. Leygardagin kann annað stórfegnast um steyp; tað verður gull og gleimur hjá teimum gulkløddu á Svangaskarði, meðan B68 sigur farvæl við Meistaradeildina eftir seks ár.

Sí eisini: NSÍ er føroyameistari - B68 fer niður í 1. deild

Les eisini: B68 flytir niður eftir seks ár í fremstu røð

Fýrverk verður. FM- og farvælfýrverk kanska eisini. Og hetta kann av álvara fara í gongd saman við fagnaðinum um fýra-tíðina.

Fótbóltssamband Føroya boðaði týsdagin frá, at B68-NSÍ byrjar klokkan 14 leygardagin. Ein tíma áðrenn hin dystirnar.

FM1 og Portalurin hava nógv tilfar av Toftum og serliga eisini av Argjum, umframt í Streymnesi, har stríðið um at sleppa undan 9. plássinum verður á breddanum.

Video: Tey siga øll tillukku - men tað er líka nógv tillukku til teirra

Myndir: Gula gullveitslan við Løkin

27. og seinasta umfari í Meistaradeildini hjá monnum
Leygardagin 31. oktober

14.00: B68 – NSÍ - Samrøður og annað á FM1

15.00:
HB – B36 
KÍ – Víkingur 
AB – 07 Vestur (FM1-frásøgn)
EB/Streymur – Skála (FM1-frásøgn)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder