Hondbóltur

Video: - Fóru sum eitt óskrivað blað til Montenegro og fingu ein púra óvæntaðan javnleik

Helgi Hildarson Hoydal greiðir frá, at "euforiin var stór", seinast føroyska manslandsliðið spældi í Montenegro. Strikuspælarin, sum man fáa stóran leiklut í kvøld, skoraði tvey mál tá - eins og Pauli Jacobsen gitti í spurnarkappingini hjá Pæturi Nolsøe.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-11-08 11:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgorica, Montenegro (Portalurin): Tað var her, í høvuðsstaðnum í Montenegro, at Føroyar 24. oktober í 2018 fyri fyrstu ferð í fleiri ár, spældi ein dyst í einari "høvuðsundankapping".

Tað var eisini í Podgorica, at fyrsta slíka stigið kom til høldar. Nakað sum Allan Norðberg, ið skoraði trý mál í 24-24 javnleikinum, mintist aftur á sum "sera stuttligt" í gjár.

Sí eisini: Seinast Allan var í Montenegro: - Sera stuttligt at fáa fyrsta altjóða stigið

Sí fleiri tøl frá dystinum á handballstatz.com

Helgi Hildarson Hoydal mintist eisini aftur á tað í beinleiðis sending á FM1, har Pauli Jacobsen kollgitti, tá málverjin og liðformaðurin skuldi gita, hvussu nógv mál Helgi skoraði hendan dagin í 2018.

- 24-24...ikki serliga nógv mál. Eg fari at skjóta eftir, at Helgi fekk tvey mál, segði ein síðani vælnøgdur Pauli Jacobsen

- Hatta var tann fyrsta EM-undankappingin í langa tíð. Og vit fóru til Montenegro sum eitt óskrivað blað at spæla ímóti einum liði, sum var ógvuliga gott tá. Vit fingu ein púra óvæntaðan javnleik og fyrsta stigið í einari EM-undankapping, og harvið var "euforiin" stór, greiðir Helgi Hildarson Hoydal frá

Sí stutt video við teimum báðum ovast

Hoyr alla sendingina her

Sí eisini: Spæla og búgva saman í Svøríki: -Tað er 60-40 til mín í matgerð

[object Object]
Pauli Jacobsen í Bemax leikhøllini í gjár. Landsliðsliðformaðurin stóð ein flottan dyst móti Montenegro í Oslo og skal royna at gera tað aftur í dag

[object Object]
Helgi Hildarson Hoydal, fremst, og Allan Norðberg, aftast, vóru báðir við í Podgorica í 2018. Nú verður spælt í einari aðrari høll - og tað er ein onnur tíð fyri føroyskan hondbólt (Myndir: Sverri Egholm)

Myndir: Myndatøka, kappingar og taktikkur í Montenegro

-----------------------------------------------

Undankapping til EM 2028, bólkur 4

2. umfar, sunnudagin 8. november
16.15: Kosovo - Ungarn
17.00: Montenegro - Føroyar (FM1 frásøgn og bloggur á Portalinum)

1. Ungarn 2 stig
2. Føroyar 2 stig
--------------------------
3. Kosovo 0 stig *
4. Montenegro 0 stig 

* Bestu fýra trý'ararnir í undankappingini koma víðari til EM, umframt tvey tey ovastu

FM1 hevur beinleiðis frásøgn úr Montenegro frá klokkan 16.30 í dag, og til ber eisini at fylgja gongdini á Portalinum. Aftaná verða samrøður og annað. 

Les eisini: Føroyar fara eftir at spæla seg nógv nærri næsta EM-endaspælinum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder