Fótbóltur

Video: - Hetta fer at mala í heysinum í alla nátt

- Tað var fantastiskt at sleppa at feira tað frammanfyri øllum teimum føroysku áskoðarunum. Tað gjørdi løtuna til nakað heilt serligt, sigur føroyski málskjúttin Klæmint Andrasson Olsen, sum fekk hol á móti Schmeichel og Danmark og sum nú hevur níggju landsliðsmál.

2021-11-13 00:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg eri næstan ikki komin yvir tað, at eg brendi fyrra kjansin, so kemur hasin bólturin - enn eitt gott innlegg frá Jákupi, og eg royni at snitta hann, og heldigvís so fer hann í síðunetið. Hetta var ein fantastisk løta, tað var tað

Tað skal nógv til at fáa sámiliga rituvíking upp í tóna ella veruliga smílast og tosa heldur kensluborið, men vit fingu partvíst upplivað metmálskjúttan í føroyskum liðfótbólti - og helst skjótt í landsliðshøpi - soleiðis, tá vit tosaðu við hann á Radisson gistingarhúsinum mitt í Keypmannahavn, har føroyska liðið hevur hildið til síðani seinnapartin í gjár.

- Hatta eru góðar myndir at eiga, so tá eg einaferð eri givin, so kanska man fer at rulla hasara filmarnar aftur.

[object Object]
Í ovfarakæti tveitt rituvíkingurin blusuna út til áskoðarnar, og liðformaðurin, ið eina løtu áðrenn hevði eggja liðnum at trýsta danir hægri, noyddist at fá fatur á henni aftur (Mynd: Sverri Egholm) 

31-ára gamli áleyparin úr NSÍ fer helst ikki at gevast enn. Klæmint hevur skorað øll síni níggju landsliðsmál, sama tal sum Todi Jónsson, ið hevði Parkina sum heimavøll í nógv, uppá eitt og eitt hálvt ár og er harvið glóðheitur í føroyskum landsliðshøpi.

- Tat tað er øðiliga gott sum áleypari at fáa mál, og eg kenni til at spæla landsdystir uttan at skora mál, og tað er einki stuttligt. Eg haldi, at eg hevði spælt nakrar tjúgu landsdystir, áðrenn eg skoraði mítt fyrsta mál. Tað er ein onnur kensla, sum fer ígjøgnum  tá man skorar fyri landsliðið - tað er nakað heilt serligt, viðgongur áleyparin, sum er øgiliga glaður og takksamur

Til seinast staðfestir Klæmint Andrasson Olsen, at tað avgjørt er nakað at byggja víðari uppá, og at á landsliðnum er man á rættari leið, men er als ikki komin á mál. Nú skal málskjúttin royna at sovna og so síggja fram ímóti uppgávuna móti uppgávuna móti Ísrael, har ein stórur innsatstur skal til, sigur hann.

Sí eisini: 
- Eg vil siga tað at Klæmint skyldaði mær eitt mál
Klæmint gjørdi tað, sum eingin annar hevur megnað
Eitt mál latið inn kann javnsetast við eitt tap

placeholder
placeholder