Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald
Ein tá 19-ára gamal Hannes Agnarsson var á rætta staðnum í yvirtíðini. Eftir hornaspark setti Hannes bóltin í HB-málið til 2-2, og so varð longd leiktíð.
Á ótrúligan hátt helt B36 til brotsparkskapping við níggju móti 11 - og vann.
Sí eisini: Video: Soleiðis sá út í seinastu Havnarfinaluni
Hannes Agnarsson verður janvan mintur á hetta - serliga nú enn ein finala móti HB nærkast.
B36 hevur ikki vunnið ein kappingardyst móti HB í hálvt sætta ár, men nú skal tað verða, staðfestir kviki B36'arin.
- Vit hava nakað serligt til stórar dystir í hesum felagnum; eisini í Evropa. Vænti at vit koppa tað til okkum hesaferð, sigur Hannes.
Vongurin viðurkennir eisini, at hetta er neyðugt fyri at talan skal vera um eitt góðkent B36-kappingarár.
Sí samrøðuna ovast
Sí eisini: Teitur Gestsson: Hetta kann næstan ikki blíva størri
Sí eisini: Myndir: Havnarfeløgini hugsavna seg um finaluna í regninum
Finalan um Løgmanssteypið 2024
Tórsvøllur, leygardagin 02.11
19.00: B36 - HB
Sí eisini: Rúni Gaardbo dømir steypafinaluna
Sí eisini: Televarpið vísir finaluna leygarkvøldið
Portalurin verður á staðnum við beinleiðis bloggi, myndum, samrøðum og øðrum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald