Stórorkufelagið ENI aftur í føroyska grannalagnum
Italski orkurisin ENI hevur gjørt samstarvsavtalu við Ithaca Energy, ið eigur stóru olju- og gassleiðina Cambo skamt frá føroyska markinum. Tað kann fáa stóran týdning fyri útbygging av hesi orkukelduni. Tá henda gerst veruleiki, fara vit at finna tvær tær størstu framleiðandi olju- og gasskeldurnar í Bretlandi á gáttini til Føroyar.