Aksel V. Johannesen: - Var alneyðugt fyri Javnaðarflokkin at fáa fíggjarmál
- Mær dámdi væl at vera løgmaður men havi altíð havt stóran áhuga fyri fíggjarmálum, staðfestir nýggi landsstýrismaðurin í góðveðrinum í Tinganesi. Kann ikki vera jólamaður alt árið - men skal onkutíð vera tað, sigur fyrriverandi løgmaður um gávuna frá Ruth Vang