Elias Ellefsen á Skipagøtu í uppskoti til ársins spælara í Bundesliguni
Hóast føroyski spælskiparin hevur sitið uttanfyri í fleiri mánaðir, er hann ein av teimum sjey, sum man til og við í morgin kann atkvøða fyri sum MVP. Hann hevði nógvar frálíkar dystir fyri Kiel, ið saknaði føroyingin seinastu tíðina av kappingarárinum